top of page

Ein heystardag kom brævið, sum broytti alt. Okkum stóð í boðið at keypa eitt grundøki á Fornagarði. Harvið kundi okkara dreymur um at tekna og byggja okkara egna summarhús nú gerast veruleiki.

Næstu mánaðirnar fyrireikaðu vit okkum til projektið. Vit teknaðu og samskiftu við kommununa um byggiloyvi. Móti summri í 2012 byrjaðu vit at byggja. Síðani tá eru nógvar loysnir funnar, og nógvar avgerðir tiknar.

Tekning1_edited.jpg
Hylur2_edited.jpg

okkara summarhús við gjógv

Áhugin byrjaði á eini útferð til Gjáar.  Vit gingu túr í bygdini, har sóu vit hetta pragtfulla summarhúsøkið, har fleiri summarhús stóðu í gerð.

Heimkomin skrivaðu vit okkum upp á bíðilista til grundøki í avvarðandi kommunu. Vit vistu, at einki grundøki var tøkt, og at sannlíkindini fyri at kunna keypa eitt grundøki á Fornagarði vóru sera smá.

Model_edited_edited.jpg
Gjógv1_edited.jpg
Arb2_edited.jpg
Gjógv2_edited.jpg
322821751_693094689117951_7046627640154176352_n.png

Tað, sum lýsir okkara projekt best, er, at nærum "alt er heimagjørt", frá fyrstu skitsu til síðsta málingastrok. Eitt stuttligt, mennandi  og avgjørt eisini sera spennandi projekt, sum vit hava lært eina rúgvu av.

Okkara summarhús á Sandi

Vit keyptu lyklaklára summarhúsið á Sandi á summri 2021. Stuttligt hevur verið at seta okkara dám á húsið, hóast sjálvur bygningurin er akkurát líka, sum øll hini húsini í grannalagnum.

Sand2_edited.jpg
Sa d1_edited.jpg
Sand4_edited.jpg
Sand3_edited.jpg
Sand12_edited.jpg
Sand5_edited.jpg

Projektið á Sandi er eitt øðrvísi projekt enn tað við Gjógv. Tað er spennandi á sín hátt. Komandi árini fara vit at hugsavna okkum um at fríðka rundanum húsið.

Okkara Summarhús

...

bottom of page